FSF ger í hesum døgum eina spurnarkanning, ið hevur til endamáls at menna føroyskan fótbólt. Øll, ið luttaka, eru við í lutakastinum um eitt gávubræv upp á 3.000 kr. frá Atlantic Airways

——————

Í tøttum samstarvi við UEFA Grow verkætlanina er Fótbóltssamband Føroya farið undir eina spurnarkanning, ið skal hjálpa FSF áhaldandi at fáa føroyskan fótbólt at vaksa og at mennast.

Leinkja til spurnarkanningina: https://www.research.net/r/FaroeIslandsUUf

Tað tekur bara umleið 15 til 20 minuttir at svara spurningunum. Øll, ið luttaka, eru við í lutakastinum um eitt gávubræv áljóðandi 3.000 krónur frá Atlantic Airways.