Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava sett liðið, sum klokkan 19:45 fer á vøllinum ímóti Malta. Nýggjur á høgra bakki verður Gunnar Vatnhamar úr Víkingi

So verður umsíðir sjøtul settur UEFA Nations League. Føroyar eru í bólki 3, í deild 4, og hini londini í bólkinum eru Aserbadjan, Kosovo og Malta. Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum er á heimavølli móti maltesum.

 

Føroyski hópurin hevði sína fyrstu venjing seinnapartin mánadagin. Fyrireikingarnar hava gingið sera væl, og nú fáar tímar áðrenn finski dómarin bríkslar fyri fyrstu ferð, hava Lars Olsen og Jóannes Jakobsen endaliga avgjørt, hvørjir teir ellivu verða, sum byrja á vøllinum móti Malta.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni vera Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðuni vera Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Rene Shaki Joensen og Gilli Rólantsson Sørensen. Framrættaður miðvallari verður Brandur Hendriksson Olsen, og fremsti maður verður Jóan Símun Edmundsson.

 

Bonkur: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Odmar Færø, Jógvan Rói Davidsen, Alex Mellemgaard, Magnus Egilsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Tróndur Jensen, Rógvi Baldvinsson, Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen.