Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava nú sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Svøríki á Friends Arena í Stokkhólmi

Í kvøld klokkan 19:45 spælir føroyska A-landsliðið við monnum seinasta dystin í undankappingini til EM 2020, og samstundis er talan um seinasta dystin hjá Lars Olsen sum føroyskum landsliðsvenjara.

 

Saman við hjálparvenjaranum, Jóannesi Jakobsen, hevur venjarin framt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini, í mun til teir fyrstu ellivu, sum byrjaðu á vøllinum móti Norra farna fríggjadag.

 

Inn koma Viljormur Davidsen og Klæmint Andrasson Olsen, meðan Ári Mohr Jónsson og Odmar Færø hesaferð byrja á beinkinum.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson. Á miðvøllinum frá byrjan verða Gilli Sørensen, Brandur Olsen, Sølvi Vatnhamar og Viljormur Davidsen. Framrættaðir miðvallarar verða Jóan Símun Edmundsson og Jóannes Bjartalíð, meðan fremsti maður verður Klæmint A. Olsen.

 

Eykaspælarar verða Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Ári Mohr Jónsson, Andrias H. Eriksen, Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Kaj Leo í Bartalsstovu, Árni Frederiksberg og Patrik Johannesen.

 

Føroyska landsliðið til seinasta taktiska fundin við Lars Olsen sum føroyskum landsliðsvenjara – Mynd: Hans Erik Danielsen