Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Rumenia

Føroysku spælararnir hava havt seinasta fundin undan dystinum ímóti Rumenia, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivur verða, ið Lars Olsen, venjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, senda á vøllin frá byrjan.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Heini Vatnsdal, Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson. Á føroyska miðvøllinum verða Gilli Rólantsson, Brandur Olsen, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen. Framrættaðir miðvallarar verða Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð, og framherji verður Klæmint Olsen.

 

Á bonkinum verða Teitur Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Árni Frederiksberg, Adrian Justinussen, Andrias Eriksen, Eli Falkvard Nielsen, Ári Mohr Jónsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Patrik Johannesen og Jóan Símun Edmundsson.

 

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Rumenia verður bríkslaður í gongd klokkan 17:00.