Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, hava sett liðið, sum seinnapartin í dag byrjar á vøllinum á útivølli móti Norðurmakedónia

– Vit vita á hvørjum økjum, vit skulu betra okkum, fyri at liðið skal avrika betri enn undanfarna dyst. So tað er við góðum treysti, at vit fara á vøllin í dag, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

Klokkan trý seinnapartin í dag fer føroyska U21-landsliðið undir enn eina EM-uppgávu. Hesaferð er talan um undankappingardyst á útivølli móti Norðurmakedónia.

 

Venjararnir, Eli Hentze, høvuðsvenjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, hava nú sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Norðurmakedónia.

 

Rói Zachariassen verður í mál, og í verjuni vera Ari Olsen, Bjarni Petersen, Ólavur Niclasen og Daniel Johansen. Á føroyska miðvøllinum frá byrjan vera Pætur Petersen, Mads B. Mikkelsen, Janus Svabo Samuelsen og Lukas Giessing, og aftanfyri teir verður Jákup B. Andreasen. Og í álopinum verður Hannes Agnarsson.

 

Eykaspælarar eru Silas Eyðsteinsson, Hugin Samuelsen, Petur Knudsen, Stefan Radosavljevic, Magnus Holm Jacobsen, Victor Henriksen og Bjarki Nielsen.