U21-venjararnir, Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava sett liðið, sum seinnapartin í dag skal spæla EM-undankappingardyst á útivølli móti Ísrael
– Seinasta venjingin hevur verið, og síðstu orðini eru søgd. Nú bíða vit bara eftir at dómarin floytar dystin í gongd. Allir spælararnir eru tøkir og klárir til uppgávuna, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
Í dag klokkan 17:35 fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur. Hesaferð er talan um EM-undankappingardyst á útivølli móti Ísrael.
Eli Hentze og Hegga Samuelsen standa á odda fyri U21-landsliðnum, og teir hava nú sett navn á teir fyrstu 11, ið byrja á vøllinum Ha Moshava Stadium.
Silas Eyðsteinsson verður í mál, og í verjuni verða Ari Olsen, Bjarni Petersen, Andrias Edmundsson og Ólavur Niclasen. Á miðvøllinum verða Hannes Agnarsson, Jákup B. Andreasen, Mads B. Mikkelsen, Lukas Giessing og Hugin Samuelsen. Framherji verður Stefan Radosavljevic.
Eykaspælarar eru Rói Zachariassen, Victor Emil Boje Henriksen, Andri Julin Benjaminsen, Janus Svabo Samuelsen, Pætur J. Petersen, Daniel Johansen og Petur Knudsen.