Pætur Smith Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið hópin, sum 4. september skal møta Týsklandi á Tórsvølli
– Tað er einki at ivast í, at hetta verður aftur ein sera stór uppgáva fyri okkara kvinnur. Gamaní taptu vit stórt í fyrra dystinum, sum var spældur í Týsklandi. Men síðani tá er føroyska liðið blivið munandi betri, og vit trúgva sjálvandi uppá, at vit hesaferð kunnu fáa eitt betri úrslit, sigur Pætur S. Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
Týsdagin 4. september klokkan 16:00 spælir føroyska A-landsliðið við kvinnum seinasta dystin í undankappingini til HM 2019. Dysturin verður á Tórsvølli, og mótstøðuliðið er Týskland, sum telist millum sterkastu kvinnulandslið í heiminum.
Pætur Smith Clementsen hevur úttikið hópin til stóru uppgávuna, og av teimum 20, ið hava fingið landsliðsboð, eru fýra, ið dagliga spæla uttanlands.
Hópurin
Anna Súnadóttir Hansen, EBS/Skála
Birita Bergsdóttir Nielsen, B68
Birna Tummasardóttir Mikkelsen, EBS/Skála
Lív Finnbogadóttir Arge, FC Nordsjælland (DEN)
Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur
Heidi Sevdal, HB
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DEN)
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rannvá Biskupstø Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, BSF (DEN)
Margunn Lindholm, EBS/Skála
Jóna Nicolajsen, B36
Katrina Akursmørk, KÍ
Ansy Sevdal, EBS/Skála
Evy á Lakjuni, KÍ
Elisabet Vang, B36
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur
Nadja Dam Johannesen, HB
Rebekka Eschen Danielsen, Forus Gausel (NOR)
Stórur spenningur er um oddasessin í bólkinum, sum gevur beinleiðis atgongd til HM-endaspælið komandi ár. Undan seinastu umførunum er Ísland fremst við 16 stigum, eitt stig meir enn Týskland, sum hevur 15 stig. Tríggjar dagar áðrenn týsku kvinnurnar koma til Føroyar, møta tær Íslandi á útivølli.