Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, vágbingurin, Henrik Old, væntar, at Víkingur fer avstað við FM í ár. FSF Varpið hevur verið á gátt í “Portugálinum” í Tinganesi
FSF Varpið hevur aftur verið á ferð, og hesaferð hava vit vitjað í Tinganesi, hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum, Henrik Old.

Og fryntligi vágbingurin hevur upplivað mangt og hvat í samband við fótbólt. Millum annað hoyra vit søguna um, hvussu ein tarvur í Vági var orsøkin til, at dreingirnir hjá VB næstan altíð raktu málið til venjing. Henrik Old minnist eisini væl dystirnar fyri nógvum árum síðani millum TB og VB, sum vóru teir mest spennandi, og sum eisini kundu vera rættuliga harðir.