Aftur í ár skipar Fótbóltssamband Føroya fyri árliga Heilsufótbóltsdegnum. Á skránni verður felags upphiting, fyrilestar og fótbóltskappingar
Leygardagin 16. mai skipar Fótbóltssamband Føroya fyri almennum Heilsufótboltsdegi á Tórsvølli í Havn. Á skránni verður felags upphiting, fótbóltskappingar og fyrilestrar.
Tilmeldingin til Heilsufótbóltsdagin er longu byrjað, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Tað er ókeypis at luttaka, og harafturat bjóðar FSF vatn, frukt og FIT.
Í samband við fótbóltskappingina verður kappast í tveimum bólkum, kvinnur og blandað (kvinnur og menn). Kappingarnar verða skipaðar á fjórðingsvølli, við fimm spælarum á hvørjum liði. Møguleiki verður at hava tveir eykaspælarar.
Fyri at taka lut í fótbóltskappingini, skal viðkomandi ikki hava tikið lut í landskappingini í fótbólti seinastu fimm árini.
Vinnandi liðið fær steyp til ognar, og atgongumerki til ein av heimadystunum hjá A-landsliðnum við monnum, sum í heyst skal spæla UEFA Nations League. Heiðursmerki verða eisini latin til nr. 1, 2 og 3.
Tað er tó ikki krav til luttakararnar á heilsudegnum, at taka lut í fótbóltskappingini.
Heilsufótbóltsdagurin varð fyrstu ferð hildin í fjør, og tá var undirtøkan sera góð. Í løtuni eru 14 feløg, ið bjóða Heilsufótbólt minst eina ferð um vikuna. Yvirlit yvir tey 14 feløgini sæst HER.