Í dag, fríggjadagin 13. mai 2022 eru 130 ár liðin, síðan Tvøroyrar Bóltfelag, TB varð sett á stovn
——————
Einaferð TB – altíð TB!
Hetta hevur mangan verið at hoyrt við ymsu leikvøllirnar kring landið, og tað hevur altíð verið lívligt at sæð TB viðhaldsfólk til dyst. Við hesum rópinum hoyrist tað stóra trúfestið, sum eisini í altjóða høpi ger seg galdandi millum fótbóltsfólk. Nógv her í lívinum kann tykjast óstøðugt og kann skiftast út – men tætta bandið millum fótbóltsfelag og fjeppara stendur við.
Sum TB’arar varða tit íðkarar, hjálparfólk og viðhaldsfólk av einum felag við langari og stoltari søgu. Í 130 ár hevur Tvøroyar Bóltfelag havt sítt serstaka pláss í fótbóltsfamiljuni. Frá stovnan var felagið hitt fyrsta í Føroyum og harvið undangongufelag.
Gjøgnum árini hava sigrar og ósigrar kastað bæði gleði og sorg av sær í lokalumhvørvinum, har TB hevur verið – og framvegis er – ein miðdepil hjá fólki at savnast um. Hóast tíðirnar langt frá eru tær somu nú, sum tær vóru í 1892, so er framvegis tørvur á felagnum.
Í føroysku fótbóltsfamiljuni dámar okkum sjálvsagt væl at dystast og kappast okkara millum. Men vit eru eisini góð við hvønn annan. Tað mugu og skulu vit vera, bæði innanhýsis og tvørturum felagsmørk. Vit hava øll tørv á hvørjum øðrum, um heildin skal trívast og mennast, og tað er í góðum ítróttaranda at ynskja viðleikarum eins og mótleikarum væl.
Tað ger seg galdandi, óansæð hvar í landinum vit búgva, hvussu ung ella gomul vit eru, hvørjum kyni vit eru av og øllum øðrum hugsandi fortreytum. Júst ymiskleikin millum okkum og breiddin í felagsskapinum, er ein av størstu styrkjunum við fótbólti.
Tí gleðist eg eisini stórliga um, at vit nú hátíðarhalda runda føðingardagin hjá aldursforsetanum í familjuni, og við hesum vil eg vegna Fótbóltssamband Føroya ynskja hjartaliga til lukku við stóra degnum.
Einaferð TB – altíð TB!
Christian F. Andreasen
FSF forseti