Føroyska U21-landsliðið var heilt nær við at fáa fulla úrtøku móti Litava, men langt inni í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, javnaðu litavar til 2-2
– Vit eru sera væl nøgdir við avrikið hjá okkara spælarum, men tað er eingin loyna, at vit samstundis iðra okkum almikið um at vit mistu á stokkinum, sigur Hegga Samuelsen, ið fríggjakvøldið stóð á odda fyri U21-landsliðnum.
Tað var heilt nær við, at Føroyar fingu trý stig ímóti Litava friggjadagin. Men tá spældir vóru næstan tríggir minuttir út yvir vanliga leiktíðina, javnaðu litavar til 2-2.
Tá 13 minuttir vóru spældir legði Edgaras Utkas gestirnir á Tórsvølli á odda. Men lítla løtu seinni javnaðu Føroyar til 1-1. Adrian Justinussen legði væl inn fyri úr høgru, og inni undir málinum setti Meinhard Egilsson Olsen høvdið á bóltin, og so var 1-1.
Í fyrstu atløgu helt javnleikurin sær til smáir seks minuttir vóru eftir at spæla. Føroyska liðið fekk horna í vinstra borði, sum varð sent væl inn fyri. Jákup L. Thomsen var fyrstur á innlegginum, sum hann sendi í høvdið á Jákupi B. Andreasen, ið stýrdi bóltin í litaviska málið.
Stór frøi á okkara spælarum, og ein sigur var í eygsjón. Tað sá eisini leingi út til, at øll stigini fóru at enda í Føroyum. Men soleiðis bleiv ikki. Í staðin eydnaðist Litava at javna við brotssparki, tá næstan tríggir minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina.
– Eftir at hava verið aftanfyri 1-0, og so venda gongdini, og koma fram um 2-1 eru vit sjálvandi sera væl nøgdir við, og eg haldi veruliga, at vit høvdu uppiborið sigurin. Men nú hyggja vit frameftir til dystin móti Danmark, sum verður ein sera stór uppgáva, sigur Hegga Samuelsen við heimasíðuna hjá FSF.
Týsdagin klokkan 17:00, føroyska tíð, spæla Danmark og Føroyar á Aalborg stadion. Dysturin kann síggjast beinleiðis á Kanal 5.
Eftir 9 dystir hava Føroyar fingið 7 stig. Danmark er fremst við 20 stigum, eitt stig meir enn Pólland, ið er nummar 2 við 19 stigum. Georgia hevur 12 stig, Finnland 9, meðan Litava er aftast við 5 stigum.
Myndir: Heri Joensen