Landskappingin 2018 í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum er av, og sigursharrarnir og -kvinnurnar gjørdust HB og EBS/Skála

Leygardagin vórðu seinastu dystirnir í føroyskum fótbólti spældir, tá síðstu umførini í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum vóru á skránni. Stóru vinnararnir í ársins landskapping gjørdust HB og EBS/Skála.

 

Havnar Bóltfelag vann Betri Deildina hjá monnum við metnógvum stigum. Tá avtornaði fekk HB tilsamans 73 stig. NSÍ bleiv nummar 2, og B36 gjørdist nummar 3.

 

Nýtt lið í Betri Deildini hjá monnum komandi ár verður ÍF, meðan 07 Vestur noyðist tungu leiðina niður í 1. deild at spæla í 2019.

 

Í kvinnukappingini dróg EBS/Skála longsta stráið, í harðari kapping við HB og KÍ, sum endaðu á 2. og 3. plássi. Felagsliðið endaði fremst við 50 stigum, meðan HB og KÍ bæði fingu 45 stig. Men av tí at HB hevði betri málmun, endaðu silvurkrónurnar í høvuðsstaðnum.

 

Føroysku feløgini eru so smátt farin undir komandi kappingarár, og tað er eingin ivi um, at vit eru longu farin at gleða okkum. Men áðrenn vit veruliga sleppa í vetrarsteðg, skal A-landsliðið spæla tveir UEFA Nations League dystirnir móti ávikavist Aserbadjan og Malta, sum verða ávikavist 17. og 20. november, eftir at spæla.

 

Føroyska landsliðið skal vinna báðar dystirnar, samstundis sum onnur úrslit skulu laga seg til okkara fyrimun, um Føroyar skulu spæla seg víðari í kappingini. Og sjálvandi fara vit eftir tí møguleikanum.

 

Takk fyri í ár!

 

Við metnógvum stigum gjørdist HB føroyameistari 2018 í Betri Deildini hjá monnum – Mynd: Álvur Haraldsen