Liðskiparin á føroyska Futsal-liðnum, Hanus Jacobsen, hevur góðar vónir undan triðja dystinum ímóti Grønlandi, sjálvt um føroyingarnir eru troyttir eftir tveir strævnar dystir í tveir dagar
– Vit merkja av álvara møðini í kroppinum eftir tveir dystir í tveir dagar, men vit eru avgjørt til reiðar at hevna tapið frá dystinum leygarkvøldið, sigur Hanus Jacobsen, ið er liðskipari á føroyska Futsal-liðnum, sum í hesum døgum er á vitjan í Nuuk í Grønlandi.
Fríggjakvøldið spældu Grønland og Føroyar fyrsta landsdyst í Futsal, í Inussivik-høllini í Nuuk. Talan gjørdist um ein málríkan dyst millum grønlendska B-landsliðið og Føroyar, sum endaði við 8-6 sigri til føroyska liðið.
Leygarkvøldið var næsti av trimum dystum á skránni, og hesaferð stillaðu grønlendingar við A-landsliðnum. Føroyingarnir komu væl frá byrjan, og vóru eitt skifti á odda við tveimum málum. Men sum fráleið byrjaði føroyska orkan at ganga undan, og tá dómararnir bríkslaðu fyri seinastu ferð, hevði Grønland vunnið 6-2.
– Vit skulu minka um okkara feilir, sum vit gjørdu í dystinum leygarkvøldið, og vit skulu eisini duga betri at stýra leikferðini, serliga tá hugsað verður um, at vit hava ein dyst meir í beinunum enn grønlendska liðið, sigur Hanus Jacobsen.
Á grønlandsvitjanin hjá føroyska Futsal-liðnum eru tríggir dystir á skránni, og verður triða uppgerðin millum Grønland og Føroyar spæld sunnukvøldið kl. 19:30 (22:30 føroyska tíð), og tá skulu føroyingarnir aftur royna seg ímóti A-landsliðnum hjá grønlendingum.
– Sjálvt um vit eru troyttir, so hava vit góðar vónir undan triða dystinum, sigur liðskiparin, Hanus Jacobsen at enda úr grønlendska høvuðsstaðnum.
Føroyska liðið er mannað við Hallgrím G. Hansen, Jákup Andrias Hansen, Alex Jose dos Santos, Eli Falkvard Nielsen, Brian Jacobsen, Hanus Jacobsen, Jákup S. Olsen, Hákun Edmundsson, Monrad H. Jacobsen og Alex Troleis, ið er leikandi venjari saman við Jens Erik Rasmussen.