Í komandi viku skal føroyska U17-landsliðið við gentum spæla EM-undankapping á heimavølli. Ein av spælarunum er Hanna D. Hansen úr B36, sum av álvara gleðir seg til kappingina
– Líka síðani eg var smágenta, havi eg verið til næstan allar A-landsdystir á Tórsvølli. At eg hesaferð ikki skal sita í áskoðarafjøldini, men sjálv skal umboða landið, og enntá á heimavølli, verður uttan iva spennandi, og eg gleði meg ómetaliga nógv.
– Eg gleði meg til at spæla móti londum sum Norra og Slovenia, sum bæði tvey eru millum tey bestu innan kvinnufótbólt. Tað verður eisini spennandi at møta Aserbadjan, sum vit hava spælt ímóti fyrr í ár.
Orðini eigur 16 ára gamla Hanna Dahl Hansen úr Havn, sum millum annað brúkar sína fríðtíð upp á at spæla fótbólt í B36. Men í døgunum 17. til 23. oktober skal Hanna umboða føroyska U17-landsliðið við gentum, sum hesar dagarnar skal spæla EM-undankapping í Føroyum.
Tað verða sterk mótstøðulið, ið føroyska U17-liðið skal royna seg ímóti, og tað er Hanna Dahl Hansen eisini greið yvir.
– Norra og Slovenia eru tvey rættuliga góð lið, so ímóti teimum skulu vit vænta harða mótstøðu. Móti Aserbadjan verður helst eitt sindur øðrvísi. Vit hava møtt teimum fyrr í ár, og tá var munurin ikki so stórur, so eg vænti, at har kunnu vit fáa eitt gott úrslit, sigur Hanna, ið er annar av málverjunum á U17-landsliðnum við gentum.
Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl til EM-undankappingina, sum um fáar dagar verður spæld á Tórsvølli og á Ovara vølli í Havn. Sum liður í fyrireikingunum, vóru U17-genturnar fyrr í ár til UEFA menningarkapping í Hvítarusslandi, har tær møttu Hvítarusslandi, Kasakstan og Aserbadjan.
– Í Hvítarusslandi fingu vit at vita, hvussu vit fóru at spæla og hvat vit skuldu gera, fyri at betra okkum til EM-undankappingina. Sìðani tá hava vit eisini vant nógv saman, og eisini hvør sær hava vit vant miðvíst til kappingina, sigur Hanna Dahl Hansen við heimasíðuna hjá FSF.
Hvat er so eitt nøktandi úrslit?
– Um allar geva alt, og eitt sindur afturat, við hørðum arbeiði og stríðsvilja, so vóni eg at vit kunnu fáa eitt gott úrslit. Men hetta verður ein stór uppgáva, sum vit gleða okkum til, sigur Hanna Dahl Hansen at enda.
EM-undankappingin fyri U17 Gentur verður floytað í gongd hósdagin 17. oktober klokkan 13:00. Fyrsti dystur er ímillum Aserbadjan og Slovenia. Klokkan 17:30 spæla Norra og Føroyar.
Skráin
Hósdagin 17. oktober
13:00 Aserbadjan – Slovenia
17:30 Norra – Føroyar
Sunnudagin 20. oktober
13:00 Norra – Aserbadjan
17:30 Slovenia – Føroyar
Mikudagin 23. oktober
13:00 Føroyar – Aserbadjan
13:00 Slovenia – Norra (á Ovara vølli)