Seinastu umførini í Futsal-kappingunum fyri Gentur U11 og Gentur U13 varð spælt um vikuskiftið. Skala vann kappingina í U11, meðan 07 Vestur fór avstað við gullkrónunum í U13

Fimta og seinasta umfar í Futsal-kappingunum fyri Gentur U11 og Gentur U13 varð spælt í ítróttarhøllini á Skála um vikuskiftið.

 

Í kappingini fyri Gentur U11 endaði tað við eini rættari finalu millum Skála og HB a, sum møttust í næstseinasta dystinum. Áðrenn liðini fóru á vøllin hevði Skála 37 stig, og HB a hevði 35 stig.

 

Javnleikur var tí nokk fyri skála-genturnar, meðan ein sigur til HB a var eitt krav, um gullið skuldi enda í Havn. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til Skála, sum sostatt tryggjaði sær gullkrónurnar.

 

Endaliga støðan: Futsal 2018-2019 / Gentur U11

 

Gentur U13

07 Vestur vann rættiliga greitt kappingina fyri Gentur U13. 07 Vestur endaði fremst við 55 stigum, meðan HB fekk 40 stig.

 

Stórur spenningur var um bronsuna, men tá avtornaði fekk FC Hoyvík b 31 stig, eitt stig meir enn Skála, sum fekk 30 stig.

 

Endaliga støðan: Futsal 2018-2019 / Gentur U13