U17-landsliðið við gentum tapti eisini síðsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum hevur verið í Danmark. Ukraina vann 4-1. Fridrikka Klementsen skoraði føroyska málið

– Vit arbeiða væl sum eitt lið, men tíverri gera vit í so nógvar persónligar feilir, og tað kostar, sigur Jan Mølvad Laursen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tað gjørdist eisini til tap í síðsta dystinum hjá U17-landsliðnum við gentum, sum hesar seinastu dagarnar hevur tikið lut í innleiðandi EM-undankapping í Danmark.

 

Eftir at hava tapt 5-1 og 7-1 móti Kekkia og Danmark, fór føroyska liðið eisini tómhent av vøllinum, tá Ukraina var mótstøðuliðið. Úrslitið gjørdist 4-1 til ukrainsku genturnar, sum vóru á odda 1-0 í hálvleikinum. Fridrikka Klementsen skoraði føroyska málið stutt fyri leiklok.

 

– Okkara gentur hava verið sera nærlagdar, tá vit hava spælt okkum til málkjansir, og vit hava skorað í teimum fáa møguleikunum, vit hava fingið. Fysiskt, eru tær eisini blivnar nógv betri fyri seinastu árini. Men enn manglar eitt sindur í, áðrenn vit veruliga kunnu gera okkum galdandi, sigur Jan Mølvad Laursen.