MYNDIR – Árliga “UEFA Grassroots week” hevur verið á skránni hesa vikuna. Í hesum sambandi hevur FSF seinastu dagarnar skipað fyri ymiskum barnavinarligum tiltøkum kring landið

Farnu dagarnar hevur árliga Grassroost-vikan hjá UEFA verið á skránni, og eisini í Føroyum hevur verið skipað fyri ymiskum tiltøkum kring landið.

 

Byrjað varð við Løkin í Runavík mánadagin seinastu viku, og síðani hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri barnavinarligum tiltøkum í Marghøllini í Vági, á vøllinum í Miðvági, við Djúpumýru í Klaksvík, á Tórsvølli, og síðsta tiltak var á vøllinum við Meginskúlan á Sandi júst farna mánadag.

 

– Tiltøkini hava eydnast væl, og eg haldi at børnini hava hugnað sær óført. Endamalið er at fáa fleiri børn og ung at spæla fótbólt, so vit vóna sjálvandi, at tey hava havt eitt gott og positivt upplivilsi, har fótbólturin hevur verið í hásæti, sigur Christina Ravnsfjall, Grassroots-samskipari hjá FSF.

 

Luttakararnir hava verið barnagarðsbørn, í aldurinum 4 til 6 ár. Tilsamans hava nærum 600 børn luttikið á Grassrootstiltøkunum, og afturat teimum hava umleið 140 næmimgar úr 8., 9. og 10. flokki hjálpt til.

 

Myndir

 

Við Løkin í Runavík

 

Marghøllin í Vági

 

Miðvágur

 

Við Djúpumýru í Klaksvík

 

Tórsvøllur