Árliga ”UEFA Grassroots week” er á skránni í hesum døgum, og eisini í Føroyum verður skipað fyri ymiskum tiltøkum
Hendan vikan er Grassroots vika hjá UEFA, og í tí sambandi skipar Fótbóltssamband Føroya fyri fleiri tiltøkum kring alt landið. Endamálið er at fáa fleiri at spæla fótbólt og at røra seg.
Mánadagin var skipað fyri tiltakið á vøllinum við Løkin í Runavík, har barnagarðar av Toftum, Runavík og av Strondum luttóku, og týsdagin var tiltakið í Marghøllini í Vági, har barnargarðar í Suðuroynni vóru við.
Fleiri líknandi tiltøk fyri barnagarðar verða eisini næstu dagarnar kring landið, samstundis sum skipað verður fyri tveimum tiltøkum saman við Parasport Føroyar.
Mánadagin kl. 10:00-11:00 í Runavík
Týsdagin kl. 10:00-11:00 í Vági
Mikudagin Kl. 10:00-11:00 í Klaksvík
Hósdagin kl. 10:00-11:00 í Sandavági
Hósdagin kl. 14:00-15:00 á Tórsvølli
Fríggjadagin kl. 10:00-11:00 á Sandi
Parasport Føroyar
Sunnudagin kl. 13:30 á Tórsvølli (8-15 ár)
Sunnudagin kl. 14:50 á Tórsvølli (16 ár og eldri)
Myndir frá tiltakinum í Runavík: Grassroots week 2018 // Runavík
Myndir frá tiltakinum í Vági: Grassroots week 2018 // Vágur
Myndir frá tiltakinum á Tórsvølli: Grassroots week 2018 // Tórsvøllur