Árliga Grassroots vikan hjá UEFA er á skránni í hesum døgum, og eisini í Føroyum verður skipað fyri ymiskum tiltøkum kring landið. Fyrsta tiltaki var týsdagin, tá barnagarðsbørn úr høvuðsstaðnum vóru á Tórsvølli
“Bóltur og spæl” er heitið á tiltøkunum, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri kring landið í hesum døgum. Talan er um árligu Grassroots vikuna hjá UEFA, sum verður hildin í viku 39 og í viku 40.
Tiltøkini eru ætlað børnum, fødd í 2018 og í 2019, og inniheldur ymisk rørsluspæl – bæði við og uttan bólt – sum hóska til hendan aldursbólkin.
Børnini sleppa at royna seg í fýra ymiskum spølum, og endamálið er fyrst og fremst at tey sleppa at røra seg, fáa pulsin upp, og hava tað stuttligt.
Farna týsdag var fyrsta tiltak hildið á Tórsvølli, har eini 120 barnagarðsbørn úr Havn, Hoyvík og av Argjum luttóku.
Hósdagin verður skipað fyri “Bóltur og spæl” á Djúpumýru í Klaksvík, fríggjadagin við Løkin í Runavík, og mánadagin 30. september á Valloyruni í Sandavági.
Myndir: Hans Erik Danielsen