Yvir 200 børn og ung hava um vikuskiftið verið á fótbóltsskúla í Hoyvík og á Svangaskarði. Fríggjadagin regnaði illani, meðan veðrið leygardagin var av tí allar besta

——————

Vindur og regn fríggjadagin, og síðani sól og summar, og ógvuliga gott veður leygardagin.

Veðurlíkindini hjá teimum umleið 120 børnunum og ungu, ið vóru á fótbóltsskúla í Hoyvík, og gott 100, sum vóru á fótbóltsskúla á Svangaskarði, um vikuskiftið, var ógvuliga skiftandi.

Men sum heild gekk sera væl, og luttakararnir, sum vóru í aldursbólkunum U7, U9, U11 og U13 fingu nógv burturúr, hóast veðrið argaði eitt sindur tann fyrra dagin.

Saman við HB, KÍ, FC Hoyvík og B68 hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri í alt fýra fótbóltsskúlum í summar, og samanlagt hava næstan 500 børn og ung verið á fótbóltsskúlunum, sum í ár hava verið á Másheyggi, í Gundadali, á Hoyvíksvøllinum, og á Svangaskarði.

Myndir: Hans Erik Danielsen