Undirtøkan fyri fótbóltsskúlunum, sum feløgini hava skipað fyri í summar, var sera góð. Tilsamans 930 børn luttóku á teimum níggju fótbóltsskúlunum, ið vóru á skránni

——————

Umframt Fótbóltsdagar, Fótbóltsstevnur og Disney Playmakers, ið Fótbóltssamband Føroya hevur staðið fyri, hava fleiri feløg eisini skipað fyri fótbóltsskúlum í summar.

Í summarfrítíðini hava FC Suðuroy, 07 Vestur, B68, B36, KÍ, NSÍ, TB og AB bjóðað børnum góðar fótbóltsupplivingar, har fótbóltslig menning og gleðin við spælinum hava verið í miðdeplinum.

Og undirtøkan hevur verið sera góð. Næstan 500 børn luttóku í tiltøkunum hjá FSF, meðan tilsamans 930 børn vóru á fótbóltsskúlunum hjá feløgunum.

Myndir frá øllum fótbóltsskúlunum síggjast H E R