Undirtøkan fyri skeiðnum við fyrrverandi svenska og íslendska landsliðsvenjaranum, Erik Hamrén er avbera góð. Yvir 60 venjarar hava boðað frá luttøku
——————
– Tað er sjálvandi gleðiligt, at so nógvir venjarar melda til skeiðini, har vit ynskja at fáa royndar og áhugaverdar venjarar á vitjan. Hesaferð er talan um Erik Hamrén, ið millum annað hevur staðið á odda fyri bæði svenska og íslendska landsliðnum. So vit gleða okkum til ein spennandi dag á Tórsvølli í morgin, fríggjadagin, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri hjá FSF.
Impulsskeiðið við Erik Hamrén verður í Trinstovuni í nýggja bygninginum á vestursíðuna á Tórsvølli, og byrjar klokkan 10:00 stundisliga. Á skránni verða framløgur, har dentur verður lagdur á “Leiðslu” og “Taktiska venjing”, og eisini verður skipað fyri venjing á Tórsvølli.
Áðrenn 65 ára gamli sviin tók við sum landsliðsvenjari í 2009, stóð hann á odda fyri fleiri stórfeløgum í Svøríki, Noregi og í Danmark. Í heimlandinum vann hann steypakappingina í fleiri umførum, og í Noregi og í Danmark eydnaðist honum at gerast meistari við ávikavist Rosenborg BK og AaB.
Í sjey ár var Erik Hamrén venjari hjá svenska manslandsliðnum, og tað eydnaðist honum at leiða Svøríki til EM-endaspølini í 2012 og í 2016. Og higartil er Hamrén tann venjarin, sum í nýggjari tíð er skrásettur fyri flest sigrar sum svenskur landsliðsvenjari.
Skráin
Kl. 10:00 Vælkomin
Kl. 10:15 Framløga: “Leiðsla”
Kl. 12:15 Døgurði
Kl. 13:00 Framløga: “Taktisk venjing”
Kl. 15:30 Venjing á Tórsvølli
Kl. 16:30 Samanumtøka
Kl. 17:00 Liðugt