Leygardagin 14. september skipaði FSF fyri skeiði innan fyrisiting í føroysku feløgunum. Hanna Olsen úr Víkingi var ein av luttakarunum, og hon letur væl at skeiðnum
Leygardagin 14. september skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri skeiði innan fyrisiting. Høvuðsevni á skeiðnum var bygnaður og skipan av feløgum, og er endamálið við einum sovorðnum skeiði at styrkja og menna feløgini kring landið fyrisitingarliga. Umboð fyri flestu feløg luttóku, og sum heild eydnaðist sera væl.
– Skeiðið var gott og gevandi, og undirvísarin dugdi eisini ótrúliga væl. Tað var eisini sera áhugavert at síggja og hoyra, hvussu onnur feløg gera í sínum dagliga arbeiði, samstundis sum vit sóu, at okkara felag ger nógv gott, men at vit eisini kunnu gera okkurt betri, sigur Hanna Erlingsdóttir Olsen, ið var ein av luttakarunum, við heimasíðuna hjá FSF.
Skeiðshaldari var Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri á Glasi.ið er útbúgvin cand.oecon við sergrein í strategiskari leiðslu, broytingarleiðslu og HR. Steinbjørn hevur staðið á odda fyri fleiri stórum broytingartilgongdum innan strategiska leiðslu og HR-økið, og hevur hollar royndir sum undirvísari á hægri útbúgvingum innan leiðslu.
Hetta var samstundis triðja skeið, sum tekur støði í FSF strategiini 2017-2021, um at menna fótbóltsfeløgini kring landið. Fyrsta skeiðið var um fíggjar- og tryggingarviðurskifti, og á næsta skeiðnum var undirvíst í KT-skipanum (Comet og Intranet), sum FSF varðar av.
– Tað er altíð spennandi at fáa nýggjan íblástur, og nøkur ítøkilig amboð við, so feløgini kring landið kunnu styrkjast. Men sjálvt um vit longu gera nógv gott, so fingu vit nøkur amboð, ið kann hjálpa okkum at gera felagið enn betri, sigur Hanna Erlingsdóttir Olsen.
Næsta skeið av hesum slag, sum FSF skipar fyri, verður í februar komandi ár. Tá verður evni Samskifti. Á skeiðnum fara luttakararnir at fáa fralæru um innan- og uttahýsis samskifti, við serligum atliti til fjølmiðlar, sosialar miðlar og heimasíður.