Nú er greitt, hvørjum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í komandi EM-undankappingum, sum verða í heyst

——————

Hósdagin var lutakast í samband við komandi EM-undankappingar hjá U17- og U19-landsliðini við gentum, sum verða í oktober og november mánað.

U17-genturnar komu í bólk B4 saman við Slovakia og Ísrael. Kappingin verður spæld í Ísrael um mánaðarskifti oktober-november.

Fyri U19-genturnar háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk B1 saman við Hvítarusslandi, Norðurmakedónia og Kýpros. Kappingin verður í Hvítarusslandi í døgunum 18. til 26. oktober.

Eftir ætlan skuldi U19-landsliðið við gentum spæla tvær EM-undankappingar í hesum árinum. Planurin var, at undankappingin, sum skuldi verða í Póllandi um heysti í fjør, men sum vegna korona bleiv avlýst, skuldi avgreiðast í apríl mánað í ár.

Men farsóttin vil ikki ordiliga sleppa, og nú hevur UEFA avgjørt, at U19-undankappingarnar hjá bæði gentum og dreingjum, sum skuldu verða í fjør, eru endaliga avlýstar.​

Viðmerking
Tá greinin varð skrivað tann 12. mars bleiv nevnt, at kappingin hjá U19-gentunum verður spæld á Kýpros. Hetta er síðan broytt, og hevur UEFA nú avgjørt, at kappingin verður í Hvítarusslandi.