Bæði U17- og U19-landsliðið við gentum komu í rættuligar sterkar bólkar í komandi EM-undankappingum
——————
Fríggjadagin var lutakast um, hvussu spælt verður í komandi EM-undankappingum hjá U17-landsliðnum og U19-landsliðnum við gentum.
Og tað er neyvan ov nógv sagt, at bæði liðini komu í rættuliga sterkar bólkar, og sleppa av álvara at royna seg í heyst.
U17-genturnar komu í bólk A3, saman við Englandi, Hollandi og Kekkia. Kappingin verður í Englandi frá 5. til 14. oktober.
Fyri U19-genturnar háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk A5, saman við Serbia, Eysturríki og Kekkia. Kappingin verður í Serbia frá 25. november til 4. desember.
Fyri U17-landsliðið eru dystirnir í undankappingini góð fyrireiking til sjálvt endaspælið, sum verður í Føroyum í apríl-mai komandi ár.
———
Dagføring
Síðani greinin var skrivað, er kappingin hjá U17 gentunum blivin framskundað frá november til oktober mánað.