Julia Naomi Mortensen, Sára Samson Lamhauge, Marjun Danielsen og Mona Rasmusdóttir gjørdu málini, tá U19-landsliðið við gentum mánadagin vann 4-1 á Estlandi

Føroyska U19-landsliðið við gentum er í hesum døgum í Estlandi, har tveir venjingardystir eru á skránni.

 

Fyrri dysturin varð spældur mánadagin, og úrslitið gjørdist ein sannførandi 4-1 sigur til Føroyar. Føroysku málskjúttarnir vóru Julia Naomi Mortensen, Sára Samson Lamhauge, Marjun Danielsen og Mona Rasmusdóttir.

 

Seinni dysturin í Estlandi verður spældur mikudagin.

 

Venjingardystirnir ímóti estlendsku U19-gentunum eru fyrireiking til innleiðandi EM-undankappingina, sum verður í Litava um ein góðan mánað. Tá skal føroyska liðið royna seg móti Litava, Ukraina og Írlandi.