Føroysku U18-genturnar vunnu eisini næsta dystin í menningarkappingini í Litava. Hesaferð var tað vertslandið, ið væl og virðiliga varð sett uppá pláss. Úrslitið gjørdist 3-0 til Føroyar
– Breiddin á okkara liði kom týðiliga til sjóndar í dag, og aftur hesaferð komu allar avbera væl frá uppgávuni. Eftir tveir dystir hava vit fult stigatal og málmunin 9-0, og tað hevði eg als ikki væntað. Men hugburðurin hjá gentunum hevur verið framúr góður, og so hava tær eisini víst gott fótbóltsspæl, sigur John Petersen, venjari.

U18-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í UEFA menningarkapping í Litava, hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingina. Týsdagin vunnu tær 6-0 á Lettlandi, og mikudagin gjørdist talan aftur um greiðan sigur, hesaferð 3-0 á vertslandinum.

Beint fyri steðgin legði Rebekka E. Danielsen Føroyar á odda. Hornaspark varð sent inn fyri, og í fyrstu atløgu fekk ein litaviskur verjuleikari sparkað bóltin burtur. Men við brotsteigarmarkið stóð Rebekka, og við góðum skoti sendi hon bóltin í netið.

Stutt inn í seinna hálvleik fingu føroysku genturnar tvey skjót mál. Fyrsta vann Julia Naomi Mortensen bóltin á egnari hálvu, hon setti síðani fleiri leikarar av, áðrenn hon einsamøll móti málverjanum skoraði til 2-0. Eitt flott mál.

Lítla løtu eftir einmansavrikið hjá Juliu Naomi, avgjørdi Jónvá Hentze í roynd og veru dystin, tá sandoyardaman økti til 3-0. Eftir hornaspark trillaði Evy á Lakjuni bóltin til Jónvu, sum uttanfyri brotsteigin smekkaði bóltin upp í handara horn. Aftur eitt gott mál.

– Vit eru sera fegin um avrikini higartil, og nú ætla vit at gera reint borð og vinna allar tríggjar dystirnar í kappingini. Men fyrst og fremst hugsa vit um at avrika væl, og genturnar vera heilt víst klárar til seinasta dystin, sum verður í Vilnius fríggjadagin, tá Estland verður mótstøðuliðið, sigur John Petersen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.