Føroysku U18-genturnar lótu ongan iva vera um, hvat lið var best í menningarkappingini í Litava. Úrslitið í seinasta dystinum gjørdist ein sannførandi 3-0 sigur á Estlandi
U18-landsliðið við gentum gjørdi av álvara reint borð, og ruddaði alla mótstøðu av vegnum í UEFA menningarkappingini í Litava. Eftir tríggjar dystir ímóti ávikavist Estlandi, Lettlandi og Litava, gjørdist endaliga úrslitið 9 stig og málmunin 12-0.

– Hetta kann man als ikki vera ónøgdur við. Serliga eri eg glaður fyri, at allar 18 í hópinum hava spælt eina góða kapping, og hesir dystirnir hava eisini prógvað, at breiddin er til staðar, sigur John Petersen, ið saman við Ingun Hansen, stendur á odda fyri U18-landsliðnum við gentum.

Fyrri hálvleikur í seinasta dystinum var merktur av, at tær estisku royndu at spæla fysiskt, og komu tær eisini við nógvari megi. Føroyska liðið kláraði at halda ímóti, men serliga fyrstu løtuna høvdu okkara ringt við at finna fótafesti. Sum fráleið kom føroyska liðið tó meir við í dystin, og eitt fínt álop endaði við, at Elisabet Vang legði Føroyar á odda. Evy á Lakjuni breyt ígjøgnum í vinstru, skeyt á stongina og uttanfyri brotsteigin tók Elisabet ímóti, og við einum góðum skoti legði hon Føroyar á sigurskós.

Stutt eftir hvíldina øktu okkara gentur til 2-0, tá Evy á Lakjuni skoraði, eftir upplegg frá Hjørdis Rasmusdóttir. Síðani gingu fáir minuttir, so var 3-0, tá Estland gjørdi sjálvmál.

Úrslitini í UEFA menningarkappingini í Litava
Litava – Estland 2-2*
Lettland – Føroyar 0-6
Estland – Lettland 1-3
Litava – Føroyar 0-3
Lettland – Litava 0-4
Føroyar – Estland 3-0

Støðan
1. Føroyar 9 stig
2. Litava 5 stig
3. Lettland 3 stig
4. Estland 1 stig

* Litava vann eftir brotssparkskapping, og fær 2 stig, meðan Estland fær 1 stig.


Føroyski hópurin í Litava. Endaliga úrslitið gjørdist fult stigatal og málmunin 12-0. Avgjørt eitt góðtikið úrslit.