Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti eisini næsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini. Úrslitið gjørdist 7-1 til Danmark. Silja Augustinussen skoraði føroyska málið

Næsta umfar í bólki 1 í innleiðandi EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum er á skránni í dag. Spælt verður í Ringkøbing í Danmark, og umframt Føroyar og Danmark, eru Kekkia og Ukraina eisini við í kappingini.

 

Hesaferð var føroyska mótstøðuliðið Danmark, og úrslitið gjørdist ein sannførandi sigur til heimaliðið. Úrslitið bleiv 7-1 til Danmark.

 

Í fyrra hálvleiki gekk annars javnt á. Danmark kom á odda tá níggju minuttir vóru spældir, men í 19. minutti javnaði Silja Augustinussen til 1-1. Donsku genturnar komu aftur á sigurskós, tá lítil hálvur tími var farin av dystinum, og í hálvleikinum var 2-1 til Danmark.

 

Eftir steðgin sat heimaliðið á meginpartin av spælinum, og tá dómarin floytaði fyri síðstu fer, stóð 7-1 til Danmark á máltalvuni. Seinasta umfar í kappingini verður sunnudagin. Tá skal føroyska liðið royna seg móti Ukraina, sum í øðrum umfari tapti 2-0 fyri Kekkia.