Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini í Danmark. Mótstøðuliðið var Kekkia, sum eftir at hava verið á odda við fýra í steðginum, vann 5-1. Lea Lisberg skoraði føroyska málið

Mánadagin spældi føroyska U17-landsliðið við gentum fyrsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum í hesum døgum er á skránni í Ringkøbing í Danmark. Mótstøðuliðið var Kekkia, sum vann 5-1. Tá farið var til hálvleik sá einki serligt út hjá føroyska liðnum. Støðan var 4-0 til Kekkia eftir fyrstu 40 minuttirnar, og ein var nú bangin fyri rættuligum skrædli. Men soleiðis bleiv ikki kortini.

 

– Vit fingu betri stýr á verjuna, og í seinna hálvleiki kláraðu vit at halda Kekkia frá teimum heilt stóru málmøguleikunum. Eisini kann nevnast, at Óluvá Allansdóttir Joensen í føroyska málinum stóð ein branddyst, sigur landsliðsvenjarin, Jan Mølvad Laursen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tað eydnaðist føroyska liðnum at minka um munin, tá fáir minuttir vóru eftir at spæla. Dómarin floytaði fyri brotssparki til Føroyar, sum Les Lisberg var sett at taka sær av. Lea var trygg úr ellivu metrum, og stór frøi á okkara spælarum, sum høvdu kempað ein harðan dyst móti sterka kekkiska liðnum.

 

Mikudagin er næsta umfar á skránni. Tá skulu okkara gentur royna seg móti Danmark, sum í sínum fyrsta dysti vann 4-0 á Ukraina.