Myndir: Tríggir sigrar, ein javnleikur og eitt tap bleiv úrtøkan hjá U15-landsliðnum við gentum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í altjóða kapping í Spania. Harafturat fingu Føroyar heiðurin, at eiga besta málverja í kappingini
– Eg eri stak vøl nøgdur við tað, sum genturnar vístu í hesari kappingini. Vit spældu í U18-bólkinum, so aldursmunurin var millum 2 og 5 ár, og tað eru ikki bara vit, sum er eitt sindur bilsin av góðu úrslitunum, sigur Øssur Hansen, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum.
Seinastu dagarnar hevur føroyska U15-landsliðið við gentum tikið lut í Copa Sant Vicent í Barcelona í Spania. Talan er um eina altjóða kapping, við liðum úr Spania, Týsklandi og Noreg. Føroyska úrtøkan bleiv tríggir sigrar, ein javnlekur og eitt tap, sum hevði við sær, at Føroyar endaðu nummar 3 í kappingini.
Aftaná kappingina bleiv 13 ára gamla Gunnvá Lutzen, ið til dagligt spælir við HB, vald til besta málverja í kappingini.
– Ein góð og lærurík kapping fyri okkara gentur. Og tá hugsað verður um, at mótstøðuleikararnir vóru nøkur ár eldri og frammanfyri í menningini, so sigur tað ikki so lítið um dygdirnar á okkara spælarum, sigur Øssur Hansen við heimasíðuna hjá FSF.
Úrslit og málskjúttar
Seleccion Maresme (Spania) – Føroyar 2-2
Ester Ellingsgaard og Jóhanna F. Sørensen
Føroyar – Buchholzer (Týskland) 1-0
Ester Ellingsgaard
SV Ehringshausen (Týskland) – Føroyar 0-2
Ester Ellingsgaard (2)
FFC Pohlheim (Týskland) – Føroyar 3-1
Bjørk Franksdóttir Joensen
Seleccion Maresme (Spania) – Føroyar 0-2
Bjørk Franksdóttir og Jasmin Darvishi
Myndir: www.fsf.fo