Um vikuskiftið varð á fyrsta sinni skipað fyri sonevndum UEFA Stewards skeiði í Føroyum. Skeiðið er ætlað vaktarfólkum, ið arbeiða á leikvøllum til altjóða dystir og aðrar dystir

Skeiðið er eitt UEFA-skeið, og endamálið hjá UEFA við skeiðnum er at betra førleikarnar hjá stewardum (vaktarfólkum) kring alt Europa enn meira.

 

Á fyrsta skeiðnum luttóku 11 fólk, sum vanliga arbeiða á Tórsvølli til allar altjóða dystir. Summi teirra eru sonevndir bólkaleiðarar undir Tórsvølli, meðan onnur er sjálvboðin frá feløgum í høvuðsstaðnum.

 

Á skeiðnum er frálæra um eitt nú tilbúgving, tænastuveiting, reglugerðir í sambandi við dystir, konfliktloysn og annað, sum ein kann hava tørv á at vita, tá arbeitt verður sum stewardur.

 

Undirvísarar á skeiðnum vóru Helgi Justinussen, Jan Otto Holm, Martin Berg og Terji Nielsen, ið allir hava UEFA Instruktør skeið innan øki.

 

Fótbóltssamband Føroya miðar ímóti, at um eitt ár ella so eru tað bert fólk, ið hava lokið eitt slíkt skeið, ið eru til arbeiðis á Tórsvølli, tá landsdystir eru á skránni.

 

Tey 11, sum tóku skeiðið um vikuskiftið, vóru hesi: Lauritz í Króki, Gunnvá Svartá Wennerström, Klæmint Weihe, Heri Thomsen, Hans J. Arge, Brynjálvur Tórstún, Dávur Jacobsen, Rógvi Thomsen, Knút Olsen, Hugo Joensen og Hannis Joensen.