Fyrstu finalistarnir í nýggju eFótbóltskappingini vóru funnir farna leygardag. Hinir fýra verða funnir í morgin, týsdagin 26. november í handlinum hjá Føroya Tele í miðbýnum í Havn, har seinna innleiðandi umfari verður
Farna leygardag var fyrra innleiðandi umfar í nýggju eFótbóltskappingini á skránni. Tað eru Fótbóltssamband Føroya og Føroya Tele, sum í felag skipa fyri kappingini. Spælt verður á átta Play Station básum, sum eru serframleiddir til endamálið.
eFotbóltskappingin verður skipað í tveimum innleiðandi umførum, og síðani einum finaluumfari, sum verður í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík leygardagin 30. november.
Seinna innleiðandi umfarið verður í morgin, týsdagin 26. november klokkan 17:00 í handlinum hjá Føroya Tele í miðbýnum í Havn.
Leikskráin
Jonn og Heðin vunnu í Saltangará
Í fyrra innleiðandi umfarinum, sum varð spælt í Saltangará farna leygardag, vóru fyrstu dystirnir floytaðir í gongd klokkan 11:00, og síðani varð spælt til umleið klokkan tvey seinnapartin, tá vinnararnir vóru funnir. Og saman við vinnarunum fara nummar 2, 3 og 4 eisini víðari til finaluumfarið, sum verður komandi leygardag.
Jonn Mortensen (Jonn the King) vann kappingina fyri teir yngru. Sámuel Johansen (Sámuel), Beinir Grønagarð (Fifa Beinir) og Brian Grønagarð (NSÍ Brian) gjørdust áviksvist nummar 2, 3 og 4.
Í kappingini fyri teir eldur vann Heðin Egholm Skov (Sorgrot54). Nummar 2, 3 og 4 blivu Ingolf Tvørfoss (Ingolf), Áron Sørensen (Movember FC) og Høgni Øssurson (Stevie Boogie).