Feløgini vóru sum heild væl umboðaði og virkin í kjakinum, tá fundur um kappingarleistin í U7 og U9 aldursbólkunum varð hildin í gjár
Við útgangsstøði í menningarætlanini fyri føroyskan fótbólt, har málsetningurin er at Føroyar skulu gerast heimsmeistarar í luttøku, verður í løtuni arbeitt við einari nýggjari kappingarfilosofi fyri barna- og ungdómskappingarnar.
Í vár hevur verið arbeitt við hesum innanhýsis í Fótbóltssambandinum, har mennarabólkurin, umsitingin og avvarðandi nevnd hava viðgjørt verandi kappingarleist, og nú eftir summarsteðgin eru fundir við feløgini á skránni, har venjarar, foreldur og onnur áhugaði eru vælkomin at luttaka. Í gjár var tann fyrsti av hesum fundunum hildin, og hann snúði seg um U7 og U9 gentur og dreingir. Umleið 45 fólk luttóku á fundinum, og orðaskiftið var sum heild væleydnað, sigur Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri.
– Tað er gleðiligt at síggja so góða uppmøting, og fólk tykjast sera áhugaði og klár at koma við sínum íkasti. Tað eru vit ótrúliga glað fyri, tí hetta arbeiðið er viðkomandi fyri okkum øll, sum fáast við barna- og ungdómsfótbólt, og tað hevur stóran týdning fyri okkum, at feløgini, venjarar og foreldur eisini koma til orðanna, sigur Pætur S. Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
Hann leggur afturat, at góða uppmøtingin til fyrsta fundin vónandi eisini fer at vísa seg til fundirnar í komandi viku, har feløgini eru boðin í FSF at viðgera kappingarnar fyri U11 og U13.
Mánakvøldið kl. 17.30 verður fundur um U11 og U13 gentur
Týskvøldið kl. 17.30 verður fundur um U11 og U13 dreingir
Innbjóðing til fundirnar er send øllum fótbóltsfeløgunum, og venjarar, foreldur og aðrir viðkomandi partar eru vælkomin at luttaka. Hevur hetta tín ahuga, so ber til at boða frá luttøku umvegis høvuðsungdómsvenjaran í tínum felag. Yvirlit yvir høvuðsungdómsvenjarar sæst her.