FSF Varpið: Hósmorgunin høvdu spælararnir á FSF Úrvalstilboðnum í Norðragøtu fyrstu venjingina. FSF Varpið var á staðnum, og fekk orðið á venjaran, Øssur Hansen

Nýggja FSF Úrvalstilboðið, sum Fótbóltssamband Føroya er farið undir, í samstarvi við Glasir í Havn, Miðnám á Kambsdali og Tekniska skúla í Klaksvík, fór av bakkastokki farna týsdag. Allarfyrsta venjingin var á skránni týsmorgunin, tá spælararnir í Havn vandu á Tórsvølli.

 

Hósmorgunin klokkan átta var fyrsta venjingin fyri spælararnir í Norðragøtu, har tað eru næmingar úr Miðnámi á Kambsdali og Tekniska skúla í Klaksvík, sum luttaka. FSF Varpið var á staðnum og fekk orðið á venjaran, Øssur Hansen.