KÍ vann finaluna um Cadbury-steypið, sum er steypakappingin fyri Dreingir U15. Longd leiktíð mátti til, fyri at finna ein vinnara, men tá avtornaði vunnu klaksvíkingar 4-2 á Víkingi
U15-dreingirnir hjá KÍ hava vunnið Cadbury-steypið 2019. Í finaluni, sum varð spæld við Løkin í Runavík mikukvøldið, vunnu klaksvíkingar 4-2 á Víkingi.
Men longd leiktíð mátti til, fyri at finna ein vinnara, sjálvt um tað meginpartin av dystinum sá út til, at tað ikki skuldi gerast neyðugt.
KÍ var á odda 2-0 til fáir minuttir vóru eftir at spæla. Men tríggjar minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin minkaði Víkingur um munin, og í yvirtíðini javnaðu teir ljósabláu til 2-2.
Klaksvíkingarnir hingu eina løtu við høvdinum, men teir reistust skjótt aftur, og í umdystinum, sum var tvær ferðir 10 minuttir, skoraði KÍ tvey mál, og vann til endans 4-2.
Jákup Vilhelmsen skoraði tvey av málunum hjá KÍ, meðan Tóki á Lógv og Silas Gaard gjørdu hvør sítt. Málini hjá Víkingi skoraðu Ólavur Jákupsson Poulsen og Sigmund Hansen.
Aftaná dystin varð liðskiparin hjá Víkingi, Jákup Andrias Thomsen, valdur til dagsins leikara.
Myndir: Andri Gerðisá