20. og 21. september er árliga steypafinaluvikuskiftið hjá FSF á skránni. Men vegna serligar umstøður, er fyrsta finalan longu í kvøld, tá U15-dreingirnir hjá KÍ og Víkingi bresta saman við Løkin í Runavík

Fríggjadagin og leygardagin, 20. og 21. september verður Tórsvøllur karmur um ársins steypafinalur hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum.

 

Men av tí at U15-dreingirnir hjá Víkingi verða burturstaddir tað vikuskiftið, tá finalurnar eru á skránni, verður finalan fyri Dreingir U15 spæld í kvøld klokkan 19:45 við Løkin í Runavík.

 

Mótstøðuliðið hjá Víkingi í finaluni í kvøld er KÍ.