Áki Johansen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, er væl nøgdur við tað, ið hann hevur sæð til venjingar og dyst, nú liðið fyrireikar seg til NM, sum verður í Danmark frá 4. til 10. august
Føroyska U17-landsliðið við dreingjum leggur í hesum døgum seinastu hond á fyrireikingarnar til árligu NM-kappingina, sum í ár verður í Danmark frá 4. til 10. august.
Hópurin hevur seinastu dagarnar vant regluliga á Tórsvølli, umframt at ein venjingardystur hevur verið á skránni.
Undir venjingini týsdagin fekk FSF Varpið orðið á venjaran, Áka Johansen. Hann letur væl at fyrireikingunum, og kemur eisini eitt sindur inn á, at leisturin til NM-kappingarnar er broyttur eitt sindur.
Tríggir dystir verða á skránni, og lagt verður fyri sunnudagin 4. august, tá Norra er mótstøðuliðið.
Hópurin
Fayo Kruse, EB/Streymur
Olaf Bárðason, Víkingur
Bergur J. Poulsen, Víkingur
Pætur Sørensen, Víkingur
Elias Rausborg, Hvidovra IF (DAN)
Dávid Matras, KÍ
Emil Weihe Joensen, B36
Mattias Weihe Joensen, B36
Martin Agnarsson, B36
Eyðbjørn Østergaard, B36
Heini Sørensen, FC Midtjylland (DAN)
Áki Samuelsen, FC Midtjylland (DAN)
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Brian Slyne, HB
Suni Hansen, NSÍ
Jørgin Nielsen, NSÍ
Poul Kallsberg, Skála
Jonathan Lassesen, HIK (DAN)
Venjari
Áki Johansen
Hjálparvenjari
Jens Kristian Hansen