Lars Olsen hevur úttikið hópin til dystirnar móti Aserbadjan og Malta, sum verða seinni í hesum mánaðinum. Nýggjur maður á landsliðnum er Jákup Ludvig Thomsen, sum spælir við FH í Íslandi

Tveir dystir eru eftir at spæla í UEFA Nations League bólkaspælinum, og fyri føroyska liðið er setningurin greiður: Um Føroyar skulu hava nakran kjans at spæla seg víðari í kappingini, er tað eitt krav, at føroyska liðið vinnur á bæði Aserbadjan og Malta, samstundis sum Kosovo bara fær eitt stig í síðstu dystunum.

 

Síðani landskappingin í Betri Deildini endaði fyri tveimum vikum síðani, hevur A-landsliðið vant regluliga. Talan hevur verið um heimligu spælararnar, umframt teir, sum spæla í íslendskum fótbólti. Harafturat hevur Lars Olsen eisini havt nakrar av U21-spælarunum til venjing.

 

Venjingarstøðan hjá føroysku spælarunum er góð, og tað er einki at ivast í, at kapping hevur verið um plássini á landsliðnum, nú endaligi hópurin til komandi UEFA Nations League dystir skuldi úttakast.

 

Seinasta venjingin, áðrenn endaligu úttøkuna, var fríggjakvøldið, og nú er greitt, hvørjir teir 23 útvaldu spælararnir eru, ið Lars Olsen og Jóannes Jakobsen ynskja skulu umboða Føroyar til komandi landsdystir.

 

Fýra broytingar eru í hópinum hesaferð, í mun til seinast, tá Føroyar spældu á heimavølli ímóti Aserbadjan og Kosovo. Og av teimum er ein, ið ikki hevur verið á A-landsliðnum áður. Talan er um Jákup Ludvig Thomsen, sum avloysir Finnur Justinussen. Hinir tríggir eru Árni Frederiksberg, Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð.

 

Finnur Justinussen hevur ein lítlan skaða at dragast við, og harafturat skal framherjin í Næstved til próvtøku, tá landsliðið spælir á Malta. Tískil hevur Finnur givið avboð til næstu landsliðsuppgávur.

 

Hópurin

Gunnar Nielsen, FH (ICE)

Teitur M. Gestsson, HB

Kristian Joensen, KÍ

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, B36

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)

Jógvan Rói Davidsen, HB

Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)

Magnus Egilsson, HB

Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ICE)

Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)

Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)

Brandur H. Olsen, FH (ICE)

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Árni Frederiksberg, NSÍ

Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER)

Klæmint A. Olsen, NSÍ

Jákup L. Thomsen, FH (ICE)

 

Leygardagin 17. november klokkan 17:00 (føroyska tíð) spæla Aserbadjan og Føroyar á Baki Olimpiya Stadion í aserbadjanska høvuðsstaðnum, Baku. Og trígjar dagar seinni, týsdagin 20. november er seinasti dysturin í UEFA Nations League bólkaspælinum á skránni, tá Malta tekur ímóti á National Stadion í Ta’Qali á Malta.

 

Jóannes Bjartalíð er millum teir 23 spælararnar, ið Lars Olsen hevur úttikið til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Malta – Mynd: Hans Erik Danielsen

 

Eftir steðg í eina tíð á landsliðnum, er Árni Frederiksberg aftur tøkur til landsliðsfótbólt – Mynd: Hans Erik Danielsen