Føroyska Futsal-liðið tapti sunnukvøldið 5-3 í triðja og seinasta dystinum á hesum sinni ímóti Grønlandi
Føroyska Futsal-liðið, sum um vikuskiftið hevur verið á vitjan í Nuuk í Grønlandi, tapti eisini triðja dystin ímóti grønlendingum.
Úrslitið í seinasta dystinum, sum var ímóti grønlendska A-landsliðnum, gjørdist 5-3 til Grønland, sum var á odda 5-0 í hálvleikinum. Hanus Jacobsen skoraði tvey mál fyri Føroyar, meðan Monrad Holm Jacobsen gjørdi eitt mál.
Í alt hava Grønland og Føroyar spælt tríggjar Futsal-dystir farna vikuskifti.
Fríggjakvøldið vann føroyska liðið 8-6 ímóti grønlendska B-landsliðnum, meðan tað leygarkvøldið gjørdist til ein sannførandi 6-2 sigur til vertirnar, sum ta ferðina og sunnukvøldið spældu við A-landsliðnum.