Futsal-kappingingar hjá gentum og dreingjum eru komnar at enda. 07 Vestur var stóri vinnarin við trimum gull, einari silvur og einari bronsu. Skála vann Gentur U11, meðan HB vann Dreingir U13

Seinastu umførini í Futsal-kappingunum hjá gentum og dreingjum hava nú verið, og tey fimm vinnandi liðini eru funnin.

 

07 Vestur a for avstað við gullinum í kappingunum fyri Dreingir U9 og Dreingir U11. Í finaluumfarinum fyri Dreingir U9 vann 07 Vestur a 3-0 á Víkingi, 5-1 móti 07 Vestur b, og síðani 2-0 á HB b.

 

Í finaluumfarinum fyri Dreingir U11 vunnu vágadreingirnir 2-1 á AB, spældu síðani javnleik 2-2 móti B36 b, áðrenn teir í seinasta dystinum vunnu 2-0 móti B36 c.

 

Í kappingini fyri Dreingir U13 gjørdi HB slætt borð í seinasta umfarinum, og fór avstað við gullkrónunum. Í finaluumfarinum vann HB fyrst 3-1 á Víking a, síðani 3-0 á Víkingi b, áðrenn teir í síðsta dystinum vunnu ein tepran 1-0 sigur á 07 Vestur.

 

Sostatt endaði ársins Fulsal-kapping við trimum gull til 07 Vestur, meðan Skála og HB vunnu hvør sína kapping, Gentur U11 og Dreingir U13.

 

Les eisini: Gull til genturnar hjá Skála og 07 Vestur

 

Kapping

Vinnarar

Dreingir U9

07 Vestur

Dreingir U11

07 Vestur

Dreingir U13

HB

Gentur U11

Skála

Gentur U13

07 Vestur