Saman við øllum hinum limalondunum í UEFA, ið tilsamans telur 55, eru Føroyar við í nýggju UEFA eEURO 2020 undankappingini. FSF fer nú undir at finna tey, ið skulu umboða føroyska eLandsliðið til komandi kapping
Í samstarvi við Føroya Tele, fer Fótbóltssamband Føroya í næstum undir at skipa fyri eFótbóltskappingum. Endamálið við kappingini er at finna bestu eFótbóltsspælararnar í Føroyum, og hesi skulu síðani manna føroyska landsliðið, ið skal fáa Føroyar til UEFA eEURO 2020 endaspælið, sum verður í London í døgunum 9. og 10. juli komandi ár.
Kappast verður á KONAMI eFootball PES 2020, og sambært KONAMI, ið er framleiðarin av spælinum, verður hetta størsta eFótbóltskapping nakrantíð fyri landslið.
Vinnandi eLandsliðið vinnur atgongumerki til EM-finaluna, sum verður á Wembley 12. juli, umframt eina peningaupphædd.
Lutakastið til eUndankappingina verður í januar mánað. Luttakandi londini verða býtt í tíggju bólkar, og verða eUndankappingardystirnar spældir “online” í mars, apríl og mai mánað.
Í undankappingini spæla londini tvær ferðir móti hvør øðrum, og síðani fara 16 lond til endaspælið, har tey fara at kappast um at gerast fyrsti UEFA eEURO 2020 meistari.
Nærri kunning um, hvussu eKappingin verður skipað í Føroyum, verður kunngjørd í komandi viku.