Hóskvøldið vandi føroyska A-landsliðið við kvinnum á Eysturvøllinum í Havn. Áðrenn venjingin av álvara fór í gongd, fekk FSF Varpið orðið á venjaran, John Petersen

Síðani heimliga kappingin hjá kvinnum endaði fyri viku síðani, hevur A-andsliðsvenjarin John Petersen havt nakrar venjingar við heimligu spælarunum.

 

Hóskvøldið vandi hópurin á Eysturvøllinum í Havn. Undir upphitingini fekk FSF Varpið orðið á venjaran, John Petersen.

 

– Vit fyrireika okkum so væl sum tilber. Kvinnurnar hava staðið í hesari støðuni fyrr, og tær vita, at tær kunnu tapa stórt. Vandi er tískil fyri at koma aftur í líknandi støðu. So fyrst og fremst skulu vit læra at takla trýstið, sum tað er at spæla móti so sterkari mótstøðu, sigur John Petersen millum annað við FSF Varpið.

 

EM-undankappingardysturin hjá kvinnum millum Føroyar og Norra verður á Tórsvølli týsdagin 8. oktober klokkan 17:00. Ókeypis atgongd er til dystin.