Mikukvøldið varð 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Her ber til at síggja øll málini, sum vórðu skoraði í teimum átta dystunum

Ikki færri enn 38 mál vórðu skoraði í teimum átta dystunum í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, sum varð spælt farna mikukvøld.

 

Og tað er nokk ikki at taka munnin ov fullan tá sagt verður, at í onkrum føri var talan um sannar perlur. Millum annað seinna málið hjá Árna Frederiksberg fyri B36 ímóti 07 Vestur.

 

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar 2. Páskadag, mánadagin 22. apríl. Tá verður spælt soleiðis: Víkingur – B68, HB – B71, Skála – TB og B36 – KÍ.

 

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini frá 1. umfari.