Fríggjadagin skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar undir samstarvsavtalu, ið millum annað hevur til endamáls at breiða út parafótbólt kring alt landið

Parafótbóltur, ið er fótbóltur fyri børn og ung við serligum tørvi, skal styrkjast, og í hesum sambandi hava Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar undirskrivað samstarvsavtalu.

 

Endamálið við samstarvsavtaluni eru at økja um talið av fótbóltsspælarum innan parafótbólt, serliga børnum og ungum millum 8 og 16 ár, at breiða út parafótbólt kring alt landið, og at virka fyri, at parafótbóltsspælarar og lið gerast partur av verandi fótbóltsfeløgum.

 

Í samband við avtaluna hava Fótbóltssamband Føroya og Parasport Føroyar sett sær nøkur felags mál, sum millum annað er at fáa nøkur virkin feløg innan parafótbólt, og soleiðis fara undir eina landskapping fyri parafótbóltsspælarar.