Í fjør vunnu Føroyar forkunnuga Fair Play virðisløn frá UEFA. Vinningurin var ein peningaupphædd, og nú ber til hjá føroysku feløgunum at søkja um stuðul, ið skal nýtast til Fair Play tiltøk
Aftaná hvørt kappingarár letur UEFA tríggjar Fair Play virðislønir, og í fjør vunnu Føroyar heiðurin fyri bestu áskoðararnar í altjóða dystum, bæði fyri landslið og feløg
Hetta er skipað á tann hátt, at í samband við allar dystir í kappingum hjá UEFA, bæði hjá landsliðum og feløgum, fáa áskoðararnir stig fyri teirra atferð undir dystinum.
Millum annað verður hugt eftir, um áskoðararnir stuðla liðnum í viðgongd og mótgongd, og hvørja virðing áskoðararnir vísa mótstøðuliðnum. Rasisma, nýtsla av fýrverki og annar ófriður telur sjálvandi niður. Mesta stigatal, ið eitt land kann fáa, er 10 stig.
Aftaná hvørt kappingarár verður síðani kunngjørt, hvat land hevur bestu áskoðararnar. Og fyri seinastu 36 UEFA-dystirnar, ið hava havt føroyska luttøku, hava Føroyar fingið í miðal 8,818 stig.
Virðislønin er ein peningaupphædd frá UEFA, sum skal brúkast til Fair Play tiltøk í Føroyum, og nú er møguleiki hjá øllum føroysku fótbóltsfeløgunum at senda umsóknir um stuðul, ið skal brúkast til Fair Play tiltøk.
Tiltøkini, ið verða fyriskipaði, skulu vera við til at fremja Fair Play og virðing innan føroyskan fótbólt. Hetta kann eitt nú vera tiltøk, ið seta fokus á:
– Fjølbroytni og mismun
– Integrasjón og sameining
– Heilsu og rørslu*
– Umhvørvið / burðurdygd
Umsóknin skal innihalda fylgjandi upplýsingar:
– Lýsing av tiltakinum
– Nær og hvar tiltakið verður
– Frágreiðing um, hvussu tiltakið stuðlar undir virðing og Fair Play
– Upphædd, sum søkt verður um
– Fíggjarætlan fyri tiltakið
– Upplýsingar um ábyrgdarpersón (navn, tlf., teldupost)
– Aðrar upplýsingar av týdningi fyri viðgerðina
Tiltøkini skulu vera fyriskipaði í 2019, og peningurin verður útgoldin, tá tiltakið er liðugt, og Fótbóltssamband Føroya hevur móttikið myndir og kunning um tiltakið.
Umsóknir skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi 28. februar 2019 klokkan 20:00.
Les eisini: Stórur heiður til okkara áskoðarar
* Søkjast kann ikki um pening til verandi heilsufótboltsskipan.