Fótbóltssamband Føroya er við í 30 ára gamlari føroyskari menningarverkætlan í lítlu bygdini Cochis í fátæka landinum Bolivia

Í mai mánað í fjørð fekk Bolivia Hjálpin á Glasi umbøn um at fáa fótbóltar til handverksskúlan í lítlu bygdini Cochis í suðuramerikanska landinum Bolivia. Tá vóru pengarnir frá ársins innsavnan longu sendir avstað og oyramerktir til onnur viðurskifti á skúlanum og tískil var gleðin stór, tá Fótbóltsamband Føroya játtaði at sponsorera 30 fótbóltar.

 

So skjótt sum tey høvdu fingið bóltarnar, fóru tey at venja. Og tey vandu og vandu og vandu. Og síðani meldaðu tey seg til Boliviameistaraheitið í fótbólti og øðrum ítróttargreinum fyri skúlar – og tey vunnu! Næmingarnir og skúlin komu í allar hugsandi miðlar og skjótt breiddi vitanin um skúlan seg um alt landið.

 

Tá nýggja skúlaárið byrjaði 1. februar í ár komu næmingar úr øllum landinum í hópatali til skúlan. Skúlin hevur ongantíð havt so nógvar innskrivaðar næmingar sum í ár – alt takkað verið bóltunum frá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Nú er trongt á kostdeildini á skúlanum og teimum manglar útgerð. Tìskil standa sengur, madrassur og teppir á ynskilistanum til innsavnanina mikudagin 6. mars, tá allir næmingarnir á Glasi fara út at arbeiða fyri verkstaðsskúlanum TAEPO í Bolivia.

 

 

 

 

Næmingar á Miðlakunnleika hava tikið upp og klippt dokumentarfilm um Bolivia-hjálpina. Filmurin lýsir verkætlanina í Bolivia, sum næmingar á Glasi á hvørjum ári savna pening inn til. Upptøkurnar eru gjørdar av næmingum á B-stigi í Miðlakunnleika, sum í 2017 vitjaðu tekniska skúlan TAEPO í Bolivia. Endamálið við ferðini var m.a. at dokumentera, hvat peningurin fer til og at gera verkætlanina meira nærverandi fyri tey, ið savna inn, og at vísa føroyingum, at hjálpin ger mun. Filmurin, sum er 25 minuttir langur, sæst omanfyri.