Saman við feløgunum fer starvsnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya at viðgera íkomnu støðuna, í samband við, hvat er góðtikið at bera á útgerð og búnum í dysti

——————

Í samband við fyrispurningar frá fólki og áskoðarum, hava Dómaranevndin og Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya viðgjørt spurningin um tulking av grein 4 í fótbóltslógini, sum m.a. ásetur, at politiskir boðskapir vm. ikki eru loyvdir á búnum og útgerð.

Í hesum sambandi sendi FSF farna mikudag eina fráboðan til feløgini um, at grein 4 skal tulkast soleiðis, at politiskir boðskapir á búnum og úgerð ikki eru loyvdir. Hetta hevur síðan elvt til kjak millum feløgini.

Fótbóltssamband Føroya er ein felagsskapur hjá føroysku feløgunum, og roynt verður altíð at loysa møguligar ósemjur innanhýsis.

FSF fer tí fyrst í komandi viku at kalla inn til fund við formenninar at viðgera hesar spurningar nærri. Fundurin verður í FSF-húsinum mánadagin 26. apríl klokkan 18:00.

FSF hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, fyrr enn hetta er umrøtt við føroysku fótbóltsfeløgini.

Fótbóltssamband Føroya