Í mars mánað verður skipað fyri M2 málmansvenjaraskeiði, og tá verður eisini farið undir nýtt B4-venjaraskeið. Tilmelding fer fram í Nethandilinum á FSF.fo
——————
Lærdómur er lættur at bera. Tí ynskir Fótbóltssamband Føroya at bjóða øllum, ið framman undan hava tikið B3-venjaraskeið, á B4-venjaraskeið, sum byrjar 11. mars, og endar við próvtøku í juni.
Freistin at boða frá luttøku til B4-skeiðið er mánadagin 14. februar.
Eisini skipað FSF fyri M2 málmansvenjaraskeiði í márs mánað. Skeiðið verður skipað yvir tvey vikuskifti. Fyrri parturin verður í døgunum 4. til 6. mars, meðan seinni parturin verður 18. og 19. mars.
Tilmeldingarfreistin til M2 málmansvenjaraskeiðið er mánadagin 21. februar.
Nærri kunning um skeiðini og tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.