UEFA hevur tikið avgerð um, at U21-landsdysturin millum Føroyar og Norðurmakedónia, sum skuldi verða á Tórsvølli í dag klokkan 17:00, er avlýstur vegna frost í vøllinum

Eftir ætlan skuldi føroyska U21-landsliðið spæla EM-undankappingardyst á Tórsvølli í dag klokkan 17:00. Men veðrið má sær sjálvum ráða, og soleiðis er sjálvandi aftur hesaferð.

 

Tað hevur verið rættuliga kalt seinastu dagarnar, og tað hevur havt við sær, at sjálvur vøllurin á Tórsvølli er nú so mikið frystur, at har er ikki spælandi. UEFA hevur tí avgjørt, at U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Norðurmakedónia, sum skuldi verða í dag, er avlýstur.

 

Væntandi verður dysturin í staðin spældur í juni mánað komandi ár.